Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tá ein í familjuni hevur trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ávirkar tað øll rundanum – eisini barnið. Eftir heystferiuna skipar "Øll hava rætt til góð barnaár", sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, fyri bólkum til børn og ung, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum.

Tilboðið er ókeypis og er ætlað børnum og ungum í aldrinum 8-25 ár. Bólkarnir hittast aðruhvørja viku og verða deildir upp eftir aldri. Við serkønari hjálp og vegleiðing kunnu børnini og tey ungu í bólkinum tosa trygt við onnur, sum skilja teirra støðu.

Endamálið við bólkunum er m.a. at geva børnunum og teimum ungu møguleika til at:

- uppliva, at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur við rústrupulleikum

- tosa við onnur í líknandi støðu, um sínar kenslur og tankar

- skilja at tað ikki er teirra skuld, at foreldrini nýta rúsdrekka/rúsevnir, og tað ikki er teirra ábyrgd at fáa tey at gevast

- læra at seta mørk og ansa sær sjálvum

- fáa kunnleika um tað at vera bundin av rúsevnum, og at fáa eina fatan av, hvat tað er, sum hendir við

- foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum.

- At veita hjálp til eitt meira sjálvstøðugt og nøktandi lív hjá barninum/tí unga, sum vegna rústrupulleikar hjá foreldrunum eru merkt og tyngd av teirra uppvøkstri

- Bólkarnir hava verið í fleiri ár, og nógv børn og ung hava luttikið. Seinasta hálvár vóru 5 bólkar við yvir 30 børnum og ungum tilsamans.

- Bólkarnir eru ein stór hjálp fyri tey ungu og ein týdningarmikil liður í at arbeiða fyribyrgjandi, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, ið hevur ábyrgd av tilboðnum 'Øll hava rætt til góð barnaár'. Afturmeldingar hava verið hjartanemandi og góðar:

- Genta 14 ár: “Tað var ræðuligt alla tíðina at goyma, at babba drakk”

- Genta 15 ár: “Pápi mín fór at drekka, tá eg var fødd, og tí havi eg altíð følt, at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fann eg útav, at tað er ikki mín skyld”

- Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg”

- Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað er ikki mín skyld, at mamma drekkur”

- Drongur 16 ár: “Eg vænti ongantíð, at eg fari at gloyma tað, sum hendi í bólkinum. Tað er í fleiri førum hent, at eg havi hugsað um okkurt, sum onkur segði, ella okkurt, sum vit gjørdu, og tað hjálpir mær”

Seinasta freist at tekna seg til ein bólk er mikudagin 9. oktober.

Meira kann lesast um bólkarnar á heimasíðuni hjá Bláa Krossi Føroya blakross.fo undir ‘Øll hava rætt til góð barnaár’.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo