Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Feilurin: Tá sagt verður, at tað at fiskidagarnir vóru uppi so skjótt í ár, hevur kløkkað alla fiskivinnuumsiting, so er hettar nakað forerduligt tvætl.
 
Hetta hava vit, sum hava livað og virkað undir skipanini í skjótt 25 ár, vitað alt um. Vit høvdu um 30.000 dagar í skipanini at byrja við, og kom tað meira enn einaferð fyri, at bátar vóru lagdir vegna ov fáar fiskidagar.

So nú tá útróðurin vaknar aftur úr dvala, burdi tað ikki komi óvart á nakran, at dagarnir verða uppi, nú vit hava færri enn 9000 dagar eftir í skipanini.

Á hvørjum árið næstan uttan undantak, er karvað burturav fiskidøgunum hjá bólki 5. Tað hevur verið so deiliga ómakaleyst at taka burturav frá bólki 5, tí teir brúktu jú ikki dagarnir allíkavæl, tí utróðurin hevur verið sera illa fyri í nógv ár, vegna væntandi føði og harvið fiski á okkara landgrunnið. Tvs. At útróðurin minkaði skjótari enn fiskidagarnir, og er hettar eitt gott dømi um hvussu væl útróðurin tillagar seg umstøðurnar á okkara landgrunnið, og tískil kundi gott verið uttanfyri fiskidagaskipanina, og havt frítt at fiska.

Nevnast kann her, at um tilmælið hjá Havstovurni varð gingið á møti, so vóru tilsamans 2500 fiskidagar at brúka hjá øllum bólki 5 í 2019.

So kann ein og hvør hugsa sær, hvussu nógvur útróður tá hevði verið í Føroyum.

Trupulleikin her og nú: Høgni Hoydal hevur broytt kunngerðina um, hvussu man kann fáa eitt fiskiloyvi í bólki 5A.

Við at koyra markið, har ein bátur skal fiska fyri niður í 200.000 krónir ístaðin fyri 400.000 krónir fyri at lúka treytirnar um fiskiloyvi í bólki 5A. Hettar hevur viðført, at fleiri bátar enn áður endaðu í bólki 5A.

Fleiri av hesum bátum eru langt frá at vera fultriknir, og tískil brúka ikki teir dagar, sum teimum er tillutað í bólki 5A.

Hettar hevur havt við sær, at dagar sum annars høvdu ligið í bólki 5B, eru endaðir í bólki 5A.

Hettar ger, at vakum er longu nú í bólki 5B.

Trupulleikin hevði nokk víst seg seinni í bólki 5B, um hildið varð fast við skipanina sum var. Tvs at man skuldi fiska fyri 400.000 krónur, fyri at verða fultrikin.

400.000 krónur. Má verða absolut minstamark fyri at verða roknaður sum fultrikin útróðrarbátur, tí ongin ið fiskar fyri minni, kann roknast at verða fultrikin, og sigi eg hettar av egnum royndum í útróðrarvinnuni seinastu 25 árini.

Loysnin: Eg eri púra samdur við fiskivinnunevndina í teirra tilmælið, sum er at frámælað ætlanina hjá Høgna Hoydal, at flyta enn fleiri bátar uppí bólk 5A. Tí hettar er bara at redda reyvina á Høgna Hoydal, til vit hava verið á valið um ein góðan mánað.

Eisini sigi eg hettar, tí trupulleikarnir vit síggja nú í bólki 5, er bara toppurin av ísfjallinum.

Komandi ár hava vit ein nógv størri trupulleika, tí tá hava vit við verandi kunngerð so nógvar bátar í bólki 5A, at har verða nógv ov fáir dagar eisini, og kemur allur útróðrarflotin at mangla dagar longu næsta summar, bæði bólkur 5A og 5B.

So tað einasta ið kann hjálpa uppá støðuna, eru fleiri dagar í skipanina hjá bólki 5.

Nógv verður tosað um, at man skal halda seg til avtalaðu fiskidagar, og ikki økja um dagarnir mitt í einum árið.

Eisini verður í politikki ofta tosað um, at tað skal verða útreiðsluneutralt, tá man flytir eina játtan frá einum stað til eitt annað stað. Hettar hugtak kann man eisini brúka, um man vil útvega fleiri dagar til bólk 5. Og vil eg her vísa á hvussu hettar kann gerast uttan at veiðitrýstið økist.

Nú er tað soleiðis, at vit sum royna vestanfyri, eru í hesum døgum umringaðir av stórum línuskipum, sum royna heilt inná smábátaleið. Og eru vit noyddir at rýma av okkara vanligu fiskileiðum, fyri ikki at ganga av við allan fiskireiðskapin hjá okkum.

Skipini royna í øllum veðri og í øllum streymi.

Hesi skip sleppa heilt inná 6 fjóðringar úr Mykinesi at royna. Hesi somu skip, sum hava fingið øll rættindini við Flemmish Kapp og við Eysturgrønland, og annars hava rætt til allan tann føroyska havbotnin.

Vit hava sæð á portalum, at hesi skip hava gjørt roktúrar vestanfyri á smábátaleið, samstundis sum okkara útróðrarflotið liggur bundin, og er hettar eitt sindur óskiljandi, um man hugsar stovnsrøkt.

Fyri nøkrum árum síðani, varð ein  kassi vestanfyri Mykines, vesturúr grunnlinjuni, so at hesi línuskipini ikki sluppu heilt inná 6 fjóðringar.

Hesi kassin er blivin vekk, eg veit ikki nær og hví, men nú er loyvi hjá teimum at koma heilt inn á 6 fjóðringar úr Mykinesi.

Um hesi skip verða koyrd útum 12 fjóðringar úr Mykinesi, so kundi tað væl útloyst eini 3000 dagar til bólk 5.

Tí tann nøgdin hesi stóru effektivu skip fiska innafyri 12 fjóðringar úr Mykinesi, er fleiri ferðir tað, ið 3000 dagar hjá bólki 5B fiskar.

Hettar hevði ikki havt við sær størri veiðitrýst heldur hinvegin, so um vilji er, so er hettar heilt sikkurt ein møguleiki, ið verdur er at hugsa um.

Dánial A Hansen
Útróðrarmaður
Miðvágur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo