Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi ráðgevin hjá amerikanska forsetanum stúrir fyri avleiðingunum um Donald Trump verður afturvaldur, og fær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum.

- Eg haldi ikki, europearar hava gjørt sær greitt, hvussu nógv stendur uppá spæl her. Verður hann ikki afturvaldur, so kunnu skaðarnir, sum hann hevur gjørt, bæði í USA og í heiminum, bøtast. Men fær hann fýra ár afturat, so verður tað ikki lætt, sigur John Bolton við týska miðilin dpa.

Eitt nú nevnir hann, at vesturlendska verjusamgongan, NATO, av álvara kann vera í vanda fyri at detta sundur.

- Donald Trump veit ikki, hvussu stóra ábyrgd hann hevur, leggur John Bolton afturat.

Bolton gav í juni eina sera atfinningarsama bók út um Donald Trump og umsiting hansara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo