Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrireikarnir: Eins og í 2015, verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag 27. august kl. 13, og varar ein góðan tíma.

Sum tað stendur í 1. Timoteus 2.1-4… ...Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, 2. fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett - fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. 3. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, 4. Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

Skráin er sett upp soleiðis, at fyrst verður felagssangur, har sungnir verða sangir og sálmar, sum flest øll kenna. Síðan verður ein bønarskrá gingin ígjøgnum, har ymisk fólk biðja fyri politikkarum, samfelagnum og til seinast fólki Guds.

Tey, ið fara at standa fyri bønunum eru ymsastaðni úr landinum, og úr ymiskum samkomum, bæði kvinnur og menn. Málið er eisini at hvør einstakur, sum er til staðar, kann luttaka í bønini, á sín egna hátt.

Endað verður við tjóðsanginum, og verður tað sum seinast, verður høvi at gera sum tað stendur í triðja øðrindi: Eg nígi tí niður

Fyrireikararnir vóna at nógv taka hetta til sín og møta upp komandi leygardag kl. 13.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo