At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Friðsæl er løtan framman fyri ásjón Harrans, tá ið rúmið og kvirran anda í heilagari tign. Tað eru rúm, ið eru serliga væl egnað til andakt og stillar løtur. Hóast rúmið ikki er avgerandi fyri avrikum Harrans, skapar rúmið eina trygga kenslu hjá teimum sjúku og okkum, ið eru í forbøn fyri teimum sjúku.

Forbøn fyri sjúkum er ein elligomul kristin tænasta, ið aloftast varð hildin saman við einum avmarkaðum skara av brøðrum og systrum í Harranum. Við atliti at teimum, ið verða grødd og teimum, ið ikki fingu ynski síni uppfylt, er karmurin avgerandi fyri, at gleðin í Harranum fær ein langtíðar virknað av bønini.

Í míni tíð sum sóknarprestur var løtan heilag, tá ið sjúk fólk ella teirra avvarðandi bóðu um forbøn. At ganga við deyðanum í hondini og vita tað er tungt og møtimikið. Vælsignað at kunna leggja seg ella at verða lagdur í hendur hins livandi Guðs og vita, at grøðing er meira enn likamlig heilsa, hóast vit ítøkiliga biðja um likamligar førleikar.

At vera grøddur er at hvíla í Guði á slíkan hátt, at likamið, sálin og andin mennast og trívast. Sannføringin, at annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.

Frammi í kór í eini kirkju liggjandi á knøum. Onkuntíð vóru vit til altars og kundu njóta Harrans likam og blóð, ið er givið til fyrigeving syndanna og styrki. Vit vóru ikki mong í tali, og aloftast var ein trúboðari saman við okkum. Sjúk og avvarðandi, – tað var stilt, álvarsamt og heilagt. Loksins vórðu tey sjúku salvað við olju í Harrans navni og krossins merki rist fyri pannu og bróst. 

Bønin varð biðin í Jesu navni, at tað má vera Guðs vilji, ið myndar okkara nútíð, framtíð og ævigu lagnu.

Tað er umráðandi, at hin sjúki fær at vita, at møguleikin fyri at verða grøddur er til staðar, men at úrslitið liggur í Guðs hondum. Orðingin “í Jesu navni” merkir, at hansara er avgerðin, valdi og heiðurin. Tó, tað kann vera torført at sættast við, at bønin ikki verður svarað, svá vit bóðu.

At trúgva er eitt paradoks, tá ið samanum kemur. Tað er torført at skilja, at ein góður Guð loyvir neyð, vesaldómi og sjúku. Hvussu skulu vit rættvísgera ein góðan Guð, tá ið tað er so nógv ónt og so stór líðing í tilveruni?

Í míni tíð sum sóknarprestur havi eg upplivað grøðing. At Harrin Jesus enn á døgum ger undurverk er mín djúpa sannføring. Tess vegna leggja vit okkara kæru, land og fólk í Harrans hendur. Himmalin svarar á sín hátt og í sínum tíma.

Prædiki ikki ofta um grøðing í tí almenna rúminum. At verða grøddur er persónligt. Sannføringin, sum býr í hjartanum, eigur at verða borin varisliga inn í umhvørvið, har sjúka og líðing eru.

Fyri mær er sjúkrahúsverkið ein Guðs gáva. Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og øll starvsfólkini eru hendur Guðs. Kristnin skal nýta vit og skil og takka Guði fyri, at lærd fólk gagna mannalívinum.

Jú, fólk eru vorðin likamliga frísk eftir bøn og forbøn. Tey fingu eitt gott og virki lív. Mæli altíð teimum, ið vórðu grødd, at nýta heilsuverkið, tí Guð hevur givið okkum serkøn fólk til tess at økja um lívsvirðið. 

Tað vóru eisini tey, ið vit bóðu fyri, sum ikki fingu likamligan lekidóm, hóast tey eisini nýttu heilsuverkið.

Forbønin gav tó eina styrki og sálarliga hvíld, tí nú var gjørt eftir bíbilskum forskriftum. Hvíldin í Jesusi var berandi í pínu og líðing.

Forbønin kann eisini skapa ótta og trega. Sum prestur upplivdi eg vónbrotin fólk, sum høvdu fingið at vita, at forbønin vildi taka alla sjúku burtur, um trúgvin var nóg sterk. Tá ið nakrir dagar vóru gingnir, sótu tey vónbrotin í djúpari sálarkvøl, tí forbønin virkaði ikki eftir ætlan teirra, ið bóðu.

So kendist tað sum um, at trúgv hins sjúka ikki bar á mál. Sjúkur á jørðini við eini ivasamari trúgv, um hon mundi fara at bera í ævinleikanum. Støðan var nú dupult so svár. Fyrst sjúkur til likams og síðan sjúkur í trúnni, yvirtikin av mistreysti og tvørrandi sjálvsáliti. Tey søgdu mær, at hvørki Guð ella menniskju vóru at líta á. 

Prædikumenn (m/k) eiga at vanda sær um orðini og vera tilvitaðir um kallið og virkisøkið. Vit mega biðja um vísdóm, vit og skil.

Og so øll tey sálarliga sjúku, menningartarnaðu og minnisveiku. Eisini teimum tekur Harrin sær av, hóast vit ikki altíð síggja nakran framburð. 

Jesus fyri øll til allar tíðir inn í allar hugsandi og óhugsandi umstøður. Tað er mín djúpa sannføring og trúgv. Jesus er á okkara síðu sum Harri og frelsari, og hann tekur sær av okkum hóast alt. Amen.

Orðið: “Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu kirkjuliðsins, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni.” (Bræv Jákups 5,14).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo