Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Orð og Myndir/ Bjørn Kalsø: Rættiliga nógv fólk var á borgarafundi um bústaðarmøguleikar hjá ungum kalsoyingum í skúlanum á Syðradali týskvøldið 30. juni.

Tað vóru lokalar kreftir og Útoyggjafelagið, sum settu Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu stevnu, at kjakast um møguleikar hjá ungum familjum at seta búgv í teimum fýra bygdunum í oynni.

Olga Biskupstøð, fyri Útoyggjafelagið, Paulina M. K. Eliasen, fyri staðbundnu nevndina á Syðradali, Jóhanna Maria Isaksen, umboð fyri ungar familjur í Kalsoynni og Jógvan Skorheim, borgarstjóri løgdu fram teirra sjónarmið.

Síðan varð lagt upp til kjak millum fundarfólk, borgarstjóran og hini í panelinum.

Stórur áhugi millum ung at búseta seg í heimbygdini
Á fundinum kom fram, at áhugin er stórur millum ung at seta búgv í oynni. Tað vísti seg eisini at áhugin er nógv tengdur at, at tey ungu ynskja at búseta seg í heimbygdini.

Tað kom fram, at kommunal grundstykkir einans er tøk í Mikladali, hóast fólk í hinum bygdunum í oynni í mong ár hava havt umsókn inni hjá kommununi um grundstykki.

Lívligt kjak og nógv góð hugskot
Framløgurnar vóru bæði viðkomandi og upplýsandi, og kjakið var lívligt við nógvum góðum hugskotum til borgarstjóran og kommununa at arbeiða við.

Fólkatalið í oynni er minkað nógv seinastu árini, og er nú komið niður á 75 fólk.

Leigubústaðir og grundstykkir eitt krav
Reyði tráðurin í tí, sum kom fram var, at tað er neyðugt hjá kommununi at arbeiða við at geva ungum familjum atgongd til íbúðir/hús at leiga.

Víst varð á, at Húsavíkar Kommuna hevur eina skipan, har ungar familjur kunnu leiga hús í eina tíð, og at hetta hevur havt við sær, at ungar familjur hava sett búgv har.

Harnæst varð víst á, at kommunan átti at hava kommunal grundstykkir klár í øllum fýra bygdunum, so ung, sum høvdu áhuga í at seta føtur undir egið borð, ikki vóru noydd at flyta av oynni.

Jógvan Skorðheim, borgarstjóri upplýsti, at hann alt fyri eitt fór at arbeiða víðari við at fáa ynskini frá fundarfólkunum á hesum týdningarmikla økið betur lýst og framd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo