Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Frá sunnudegnum 14. august til leygardagin 20. august ber til hjá øllum borgarum at seta dám á økið rundan um Nólsoyar Páll í miðbýnum í Havn. Tá fara vit í felag at endurnýta og geva føroyskum mentanarlutum, til dømis árabátum, boyum og seyðahornum nýtt skap. Hesar dagarnar er økið okkara spælipláss.

Fyrstu dagarnar frá 14.-16. august fara vit á eini borgaraverkstovu at hugaroka um, hvat vit halda manglar í miðbýnum, og hvussu vit kunnu nýta føroysku lutirnar til at gera býin enn meira áhugaverdan og ríkari fyri okkum og okkara gerandisdag. Kanska vit fara at byggja ein klatrivegg úr hornum ella eitt reiggjuland úr boyum? Miðbýurin bíðar spentur eftir júst tínum hugflogi og hugskoti.

Seinastu dagarnar frá 17.- 20. august gerast hugskotini frá fyrru døgunum til veruleika. Her fara vit – borgarar, vinir, familjur og kenningar – í felag at byggja, mála og geva býnum ein nýggjan ham.

Skráin sæst HER

Býurin er okkara felags ogn
Útisetarnir Sissal Fosaa, Marita Svartá og Hans Óli Højgaard, sum í samastarvi við Tórshavnar kommunu fyriskipa verkætlanina ‘Ein livandi mentanararvur’, ynskja at fáa borgarar og vitjandi til at taka lut í býarskapanini, soleiðis at vit saman kunnu skapa eitt sterkari samanhald og á hendan hátt ávirka býin, so hann passar til okkara áhugamál og ynskir. Býurin er okkara felags ogn, og hetta skal bæði síggjast og merkjast, siga fyriskipararnir. So komið við og gerið býin stuttligan og livandi!

‘Ein livandi mentanararvur’ er onnur verkætlan teirra, har arbeitt verður við borgaraluttøku og fyribils býarøkjum. Fyrra verkætlanin kallaðist ‘Komið og litið býin ríkan’ og fór fram í august í fjør. Her vóru allir borgarar í Havn bjóðaðir oman í miðbýin at prýða eitt listaverk, ið arbeiðsbólkurin saman við sjálvbodnum høvdu bygt. Verkætlanin var sera væl umtókt og vitjað. ‘Ein livandi mentanararvur’ leggur somuleiðis dent á, at borgarar í felag seta sín dám á býin.

Sissal og Marita, ið báðar eru útbúnar í býarráðlegging, vísa á, at flest okkara hava eina hugsan um, hvussu okkara býur kann gerast dámligari, stuttligari og meira livandi. So hví ikki gera borgaraluttøku til eina siðvenju, tá ið vit arbeiða við býnum, har býar- og mentanarmenningin verður ein partur av rødd borgarans? Við hesi tilgongd skapa vit betri viðurskifti millum bý og borgarar í Føroyum og ein dámligari bý, sum borgarin sjálvur hevur verið við til at skapa. Tað er nakað, sum fyriskipararnir arbeiða fram ímóti, so vit saman við borgarunum kunnu vísa á og ávirka, hvussu býurin kann síggja út og nýtast. Somuleiðis vísa tær á, at tann fyribils nýtslan av býnum, sum ‘Ein livandi mentanararvur’ leggur upp til, er við til at skapa ein livandi bý, tí úrslitið av verkætlanini bert skal vera ein partur av býarmyndini í nakrar vikur. Við at nýta hendan framferðarhátt er býurin altíð í rørslu, tí at tað støðugt koma nýggj listarlig og sosial býrúm til. Tað er eisni netupp tað sosiala rúmið, sum fyriskipararnir ynskja at stimbra í býnum, við at skapa eitt nýtt og sterkari samanhald í býnum.

Serføroyskir lutir fáa nýtt lív
Alt er møguligt – kanska vit fara at byggja eitt hoppiland úr boyum, eitt klatriland úr seyðahornum ella okkurt heilt triðja. Tað áhugaverda við teimum føroysku mentanarlutum er, at teir hava eina søgu og eitt serligt virði, sum flestu føroyingar kunnu bera at sær. Lutirnir hava tó natúrligt fingið ein annan týdning í býnum í samsvari við samfelagsmenningina og eru ikki ein so stórur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu.

Nú føroyski mentanararvurin verður sjónligari og partur av býnum, kunnu lutirnir fáa eina nýggja søgu og somuleiðis eina nýggja og virkna funku, ið kann ríka um býin og gerandisdagin hjá borgarum og vitjandi. Hetta fara listafólkini Astrid Andreasen, Guðrið Poulsen, Ólavur Thorsteinsson og Búi Dam at hjálpa okkum við á verkstovu fyrstu dagarnar. Listafólkini gleða seg sera nógv til verkætlanina.

- Vit síggjast 14.-20. august millum kl. 17-20 í Perluni, Tórsgøta 3. Øll eru vælkomin at taka lut í verkætlanini, bæði børn og vaksin, lítil og stór. Vit syrgja fyri ymiskum tiltøkum, soleiðis at børn eisini kunnu luttaka hvønn dag saman við vaksnum. Minnist til rokaklæðir og hugflogið til at skapa títt býarøki. Vit veita tilfar og okkurt gott til góman, siga listafólkini.

Tú ræður sjálv/ur fyri, hvørjar dagar tú ert við. Teir fyrstu dagarnar finna vit í felag fram til, hvussu tað útvalda økið í miðbýnum skal síggja út. Teir seinnu dagarnar fara vit at byggja og prýða tað. Sí skrá á Facebook-bólkinum Ein livandi mentanararvur.

Hesi hava stuðlað verkætlanini: Tórshavnar kommuna, Faroe Ship, Mentanargrunnur Landsins og Føroya Tele. Aftrat hesum hevur Vónin stuðlað við tilfari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo