Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lurtaði herfyri eftir sendingini ”Tá makrelurin broytti Føroyar”. Sjáldan hevur Føroya fólk hoyrt eina so rámandi, ræðandi og ikki minst skelkandi frásøgn.

Sendingin letur sitandi samgongu úr sínum politiska hami, soleiðis at hesi 17 sokallaðu borgarligu umboðini aftaná standa politiskt fullkomuliga spillnakin. H.C. Andersen kundi ikki gjørt henda syndarliga sjónleik betri.

Tey vassa nú í tí politiskt moralska runudíkinum, sum tey sjálv hava skapt. Men hetta er ikki annað enn borgarligur politikkur, tá hann er bestur. Høvuðsmálið er jú, at eitt fátal av fólkinum skal eiga størsta partin av samfelagsvirðunum, tað veri seg á sjógvi og landi.

Slíkan hugburð eru USA og UK tvey ræðandi dømi um, har djúpar gjáir eru grivnar millum tey ovurríku og tey, sum eru bulurin í hesum báðum samfeløgunum. Við verandi politisku kós her heima eru vit væl á veg  at gera tað sama, at sundurlima okkara lítla samhaldsfasta samfelag bæði geografiskt og fíggjarligt.

Fyri tíggju árum síðani byrjaði ógvusliga hækkingin av føroysku uppsjóvarkvotunum. Meginpartin av hækkingini hava fýra tey størstu reiðaríini í landinum fingið. 

Fólkaflokkurin, sum var garantur fyri at lata hesum fáu reiðaríunum kvotur, sum samanlagt tátta í eitt virði upp á 1,2 milliardir krónur, var tá eisini sera avgjørdur um, at einki tilfeingisgjald skuldi takast frá uppsjóvarvinnuni. Tí sambært flokkinum liggur peningurin best í lummanum hjá teimum múgvandi.

Stóð tað til tey, sum tá ráddu og aftur ráða nú, so høvdu Vágar ikki fingi ein stert av uppsjóvarkvotu uttan tað, sum smáir útróðrarbátar kanska kundu fáa á snellu. Men tíbetur sluppu onnur framat at stýra eina stund, og í Vágum vóru fiskimenn við áræði, sum trúðu uppá egnan mátt. Teir keyptu sær hóskandi uppsjóvarskip og fóru síðan til verka.

Sjálvt um menningarkvotan, ið p/f Kinnfelli fekk frá undanfarnu samgongu, var evarska lítil í mun til tær øgiligu kvoturnar, sum borgarliga samgongan hevði latið nøkrum fáum reiðaríum, so má sigast, at árið 2019 hilnaðist væl.

Bruttovinningurin hjá Katrin Jóhonnu var 30,3 milliónir krónur í 2019, starvsfólkakostnaðurin var 16,6 milliónir krónur. ársúrslitið gjørdist 8,8 milliónir krónur áðrenn skatt og 7,2 milliónir krónur eftir skatt. Hetta vísir okkum, hvat kann koma burtur úr, tá fólk, ið torir og dugir, sleppa at royna seg.

Nú fevnir fiskivinnuvirksemið aftur breitt í Vágum, bæði við skipum og við virking á landi. Tíbetur. Men vit kunnu ímynda okkum, hvussu gongdin hevði verið, um undanfarna samgonga ikki hevði forðað fyri totalu foreringini av øllum tilfeinginum til teir fáu.

Okkurt skulu reiðaríini, sum hava fingið nógv mest av landsins virðum jú brúka pengarnar til, og okkurt var eisini eftir at keypa her vesturi. Flaggskip sørvinga, Vesturvón, var longu keypt av einum av hesum reiðaríunum. Tað var ein margháttlig søla, sum fór fram yvir nátt, meðan reiðarin sjálvur var staddur uttanlands. Eisini H-Dygd hava tey keypt, sjálvt um virksemið hjá hesi fyritøkuni tíbetur enn er í Vatnsoyrum og Miðvági. Tað næsta kundi kanska verið Snarfrost við tí virkseminum, sum har er.

Ikki tí, tað er alt í lagi, at ríkar vinnufyritøkur aðrastaðni eisini gera íløgur í Vágum, bara virksemið verður verandi her. Men tað hevði verið vanlukkuligt, um tann støðan bara hevði verið, tí tær ríku fyritøkurnar vunnu alla sína styrki av ókeypis einkarrætti til tilfeingið, og ongi lokal vinnulívsfólk tískil sluppu ella orkaðu upp í part.

Slíkum politikki hava flokkarnir, sum nú ráða, staðið fyri og ætla sær eisini framhaldandi at fremja. Sleppa teir tað, so er okkara lítla samhaldsfasta samfelag væl á veg at liðast sundur bæði geografiskt og millum tey, sum hava, og tey, sum onki hava.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo