Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrr í dag skrivaði VP um, at lortur var funnin í sandkassa hjá vøggustovuni í Sóljugarði í Sandavági, men at staðfest er ikki, um hetta er lortur frá fólki ella hundi.

Í hesum føri er tað eisini líkamikið, hvat slag av lorti talan er um, tí hetta kann í hvørgum føri góðtakast.

Í kvøld kunnar borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, um at alment ves er 10 metrar frá protrinum til vøggustovuna í Sóljugarði.

- Afturat er alment ves mitt í bygdini, so tað er ikki tí at hetta hendur, sigur borgarstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo