Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Næmingarnir á Nám X í Eysturskúlanum hoyrdu í morgun um virksemið í Tórshavnar kommunu og um starvið sum borgarstjóri.

Borgarstjórin sjálvur, Heðin Mortensen, hevði framløguna fyri næmingunum.

Bjarni Djurholm hevur Nám X um hendi, og hann hevur tikið stig til, at borgarstjórin aftur í ár gav næmingum á Nám X innlit í Tórshavnar kommunu og politiska arbeiðið í kommununi.

Seinast Heðin Mortensen vitjaði Nám X, greiddi hann frá um arbeiðið at gera Tórsvøll, hann greiddi frá um Brúnna um Sandá, um Skúlan á Fløtum og trappuna í Vágsbotni. Hetta eru alt verkætlanir, sum í dag eru lidnar, og sum skapa trivnað í býnum.

Nú eru nýggjar ætlanir fyri framman. Alt frá grønum orkuloysnum til nýggjan stóran býling í Stórutjørn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo