Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Danski innanríkis- og bústaðarmálaráðharrin, Kaare Dybvad Bek, var í morgun gestur hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen. Ráðharrin hevði sjálvur ynskt at møta borgarstjóranum um kommunu- og bústaðarpolitikk, og eina frágreiðing um bústaðarpolitikkin í Havnini.

Á fundinum í morgun vóru umframt borgarstjóran, kommunustjóran og formannin í byggi- og býarskipanarnevndini, eisini Birita Wardum, býararkitektur, sum greiddi frá bústaðarpolitikkinum og ítøkiligum verkætlanum í kommununi.

Bústaðarmálaráðharrin og embætisfólk hansara greiddu nakað frá alternativari bústaðarbygging í Danmark og t.d. ymsum fíggingarhættum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði aftaná fundin, at tað altíð er hugaligt at hoyra, hvussu onnur royna at loysa bústaðartørvin, tí Tórshavnar kommuna hevur støðugt tørv á hugskotum at loysa avbjóðingina við at útvega fleiri bústaðir í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo