Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eysturkommuna: Í sambandi við at borgarstjórin og starvsfólk í Eysturkommunu vóru í arbeiðsørindum í Belgia herfyri, varð leiðin løgd framvið føroysku sendistovuni í Brússel.

Hendan vitjan kom í lag eftir, at kommunan hevði ráðført seg við sendikvinnuna, Elin Mortensen, um ymisk viðurskiftir í Belgia, og hvørji atlit skulu takast, tá ferðast verður í Belgia.

Vitjað varð á sendistovuni týsdagin 13. juli. Har var framløgu og frágreiðing frá sendikvinnuni um leiklutin, sum føroyska sendistovan hevur – bæði fyri Føroyar sum land, men eisini í altjóða høpi. Eisini greiddi Elin frá, hvørjar uppgávur ein føroysk sendikvinna í Brússel hevur, skrivar Eysturkommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo