Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Røkt fegnast um stuðulskriv frá borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu.

Í skrivi til Røkt skrivar borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, at hann innan fyri sínar heimildir vil ganga ynskinum hjá Røkt á møti soleiðis, at Kaldbaksfjørður verður lagdur av til aliøki fyri sílaaling hjá Sp/f Røkt at virka á.

Eisini er borgarstjórin sannførdur um, at alt eigur at vera gjørt fyri at bjarga sílastammuni eins og tá føroyska laksastamman varð bjargað í evstu stund.

Harumframt er borgarstjórin sannførdur um, at sílaaling á Kaldbaksfirði og seinni uppi á landi vil skapa arbeiðspláss og nýggja vitan á økinum, sum vil gagna Føroya landi og ikki minst Tórshavn Kommunu.

Les skrivið frá borgarstjóranum við at trýsta her.

Samgonguskjalið ásetur, at: ”Stuðlað verður undir møguleikarnar fyri framleiðslu og menning av føroysku laksa- og sílastammunum og føroyskum loysnum í alivinnuni sum heild. Samgongan vil arbeiða við menning, vøkstri og fjølbroytni av alivinnuni”.

Hóast ásetingar í samgonguskjalinum hevur landstýrismaðurin í vinnumálum onga loysn funnið, sum kann bjarga verandi føroysku stammu av ælabogasílum.

Vinnuliga sílaalingin byrjaði í fimtiárunum í undanfarnu øld í Hovi og um nakað sama mundi í Kollafirði.

Landsstýrismaðurin nevndi tó møguleikan at frysta siil hjá verandi ælaboga stammu, men at tað ikki bar til at frysta rogn. Sostatt er alt sum bendir á, at føroyska stamman av ælabogasílum fer fyri bakka.

Helgi Abrahamsen, landstýsismaður við ábyrgd á økinum hevur neyðugu heimildirnar í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 14. mai 2020 og í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum.

Í løtuni er føroyska ælabogastamman í vatninum í Heygadali í Vestmanna.

Men har kann hon ikki vera gangandi og má tí drepast innan 21. juni 2021.

Hesi formligu boð hevur Røkt fingið frá myndugleikunum.

Stjórin í Sp/f Røkt Jóhan í Niðristovu stúrur fyri degnum, tá hann skal trýsta á knøttin á kvørnini, sum endaliga skal forkoma føroysku ælabogasílastammuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo