Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í tíðindaskrivi í gjár sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður at “inntil nýggi bygningurin er liðugur, mugu vit taka hølistrupulleikarnar hjá Sjóvinnustýrinum í fullum álvara. Fæst eingin onnur loysn á átrokandi hølistrupulleikunum, eri eg sinnaður fyribils at lata Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum”.

Tað harmar borgarstjóran í Vága kommunu almikið um støðan hjá Sjóvinnustýrinum er vorðin so ring.

Hetta er tó ikki ein ókend støða, og eg seti mær spurningin, um tað enn einaferð er vegna miðlarnar, at málið um flyting og ótolandi umhvørvi í verandi hølum, nú aftur verður blást upp.

Um landsstýrismaðurin ger álvara av ætlanum sínum, er stórsti smeiturin fyri Vágoynna, at vit missa eitt lutfalsliga stórt alment arbeiðspláss. Hesum hava vit alt ov fá av frammanundan, serliga í Vága kommunu.

Vit eiga at hugsa frameftir, so ung fólk við útbúgving hava møguleika at seta búgv í kommununi, tí her eru arbeiðspláss, sum passa til teirra útbúgving.

Hettar meti eg hevur nógv at siga, tí vit fáa eina fjølbroytta fjøld av borgarum.

Í januar 2017 tosaði borgarstjórin við Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum um støðuna, tá málið var umrøtt í miðlunum.

Aftur tann 22. mai 2017 vóru borgarstjórin og formaðurin í Vinnu-og Havnanevndini, Heðin Poulsen á vitjan á Sjóvinnustýrinum.

Tosað varð um tey øki/lendi sum Vága kommuna kundi bjóða Sjóvinnustýrinum, og um bygging.

Serliga 3 økir í kommununi vóru áhugaverd fyri Sjóvinnustýrið. Tey søgdu seg gleða seg at fáa tekningar til nýggju framtíðar hølini, soleiðis at tey kundu sleppa í gongd.

Eisini greiddi stjórin í Sjóvinnustýrinum frá, at tey høvdu sett sum treyt, at tey vildu vera verandi í Vága kommunu.

Tey greiddu frá, at man í miðlunum hevði blást málið um hølisviðurskiftini upp, og at tað var farið heilt út um proportiónir, og at tey, sum starvsfólk í Sjóvinnustýrinum, ikki vóru so “uppøst”, sum tað ljóðaði í miðlunum.

Síðani var víst runt í hølunum við flogvøllin - og semja var um at hoyrast aftur, tá ið tíðin var búgvin til tað.

Síðani veit eg at Landsverk vegna Vinnumálaráðið hevur bjóðað arbeiðið út at gera ein bygning til Sjóvinnustýrið. Inn komu 2 skikkaði tilboð.

Men av eini hvørji orsøk er hesin leisturin tikin av borðinum, og verður málið nú óneyðugt súltað av myndugleikunum.

Kommunan var við í tilgongdini í sambandi við hesi boðini, og vit gleddust um, at tað nú styttist til eina góða og endaliga loysn at fáa nýtt høvuðssæti aftur í Vágum.

Vit í Vága kommunu eru sera áhugaði í, at Sjóvinnustýrið verður verandi í kommununi, og eru spent uppá at fylgja við í gongdini - og eru sjálvandi til reiðar at hjálpa, har tað er neyðugt, fyri at alt skal ganga skjótt og væl.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo