Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Komandi mikudag, 23. februar, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, kallað inn til samráðingar um samferðsluviðurskiftini í Hesti, eftir at koyrandi verður í Sandoynna og Teistin verður tikin úr rutu.

Á fundinum eru innboðin landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á SSL, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnanevndini Kári Johansen, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin.

Eitt av málunum, sum verður viðgjørt er, at tá nevnt hevur verið, at Erla Kongsdóttir ella líknandi skip skal nøkta tørvin á rutuni, so verður ikki mett, at slíkt skip nøktar tørvin á hestleiðini í framtíðini.

T.d. tekur Erla Kongsdóttir bert bilar upp til 7 tons - oljubilar, ruskbilar, renovationsbilar o.l. viga millum 25-32 tons. 

Í Hesti eru fólk eisini bangin fyri, at ferjulegan verður broytt soleiðis, at tað ikki ber til hjá størri ferjum at leggja at í framtíðini, um mann broytir verandi ferjulegu til eina, ið Erla Kongsdóttir kann brúka. Her verður hugsað um møguleikan fyri eini hydrauliskari ferjulegu. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur áður mælt til, at hetta mál ikki bíðar, til koyrandi er í Sandoynna og Teistin er lagdur, men at royndir verða gjørdar beinanvegin og at ein loysn verður funnin sum skjótast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo