Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, vitjaði í dag borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Regin greiddi í framløgu frá matvøruframleiðslu, og hvussu Føroyar framhaldandi kunnu vera við til at framleiða burðardyggan mat til vaksandi tørvin í heiminum.
Bakkafrost hevur nógv virksemi í Tórshavnar kommunu, eysturoyartunnilin hevur betrað sambandið og økt møguleikarnar fyri meira virksemi.
Sum er eru 9% av starvsfólkunum hjá Bakkafrost úr Tórshavnar kommunu, tilsamans 115 fólk, harav 56 í Havn og hini í bygdunum. 28 starvsfólk arbeiða í Tórshavnar kommunu, býtt á C14 Sundalagið suður, Gulan og Førka.
Komið var eisini inn á fleiri spennandi samstarvsmøguleikar komandi árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo