Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heðin Mortensen borgarstjóri lat fyrrapartin upp eina forkunnuga LEGO-framsýning í SMS. Framsýningin er eitt spennandi samstarv millum kreativar sálir í Danmark og Føroyum, sum hava bygt flott LEGO-modellir av ymiskum kendum bygningum í Føroyum.

Tá Heðin Mortensen lat framsýningina upp, tosaði hann m.a. hvussu ótrúliga spennandi tað var at síggja, hvat ber til at skapa burturúr Lego:

“Onkur hevur sagt, at við eini spann av Lego kunnu øll siga eina søgu. Ella skapa eina søgu. Kreativiteturin kemur ikki av at hava øgiliga nógvar Lego-brikkar, men av at skapa nakað burturúr teimum brikkunum, man hevur.”

Nú heystfrítíðin er byrjað og børnini hava frí, høvdu nógv fólk leitað sær í SMS. Og tað var sjónligt, at bæði børn og vaksin vóru hugtikin av framsýningini.

Tí her var nógv áhugavert at síggja, m.a. modellir av Sandavágs Kirkju, Hilton Hotel, Kirkjubømúrinum, skonnartini Norðlýsið, og fleiri onnur einastandandi bygningsverk.

“Tað er ongin ivi um, at tað at spæla við Lego mennir børnini. Lego er tíðarleyst. Tað er stuttligt at skapa nakað einsamallur – og tað er stuttligt at skapa nakað í felag.” segði

Heðin Mortensen, sum helt fyri, at í mun til alt tað hátøkniliga sum børn spæla við í dag, so er LEGO eitt gott alternativ, sum børnini kundu læra av: “Lego krevur - hóast einfalt – so ómetaliga nógv meira av okkum ímyndingarliga og kreativt. Við Lego mugu vit hugsa og skapa sjálv. Alt, sum tú skapar við Lego, kann tillagast, broytast og gerast umaftur.”

Serliga forkunnungt er kanska, at ein heilur býarpartur er bygdur, ein LEGO-mynd av gomlu Havnini, líka frá Tinganesi og heilt niðan til Gamla Bókhandil. 

At børnini og tey vaksnu sleppa at uppliva býarpartarnar og koma at kenna tey ymisku húsini á hendan hátt er er eisini ein góður máti at læra. Heðin Mortensen nevndi m.a., at øll sum eru uppvaksin í Havn kenna hesi hús og tey fólkini sum búðu ella búgva í teimum: “Nú kunnu vit vaksnu so, bæði foreldur og ommur og abbar, fáa góðar upplivingar saman við børnunum, og brúka hesa flottu framsýningina, til at læra børnini um Havnar søgu, um kend hús og fólk í Havnini.”

Nú heystfrítíðin er byrjað er nógv spennandi á skránni. Børnini hava frí frá skúlanum, summi fara á fjall og at fletta, onnur fara at ferðast, og at vitja familju. LEGO-framsýningin í SMS er heilt víst eisini eina vitjan verd.

Borgarstjórin endaði sína røðu við at ynskja øllum, bæði børnum og vaksnum, eina góða heystfrítíð við nógvum spennandi upplivingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo