Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár gav borgarstjórin boð um at sperra Skinnarasker av fyri fólki. Orsøkin er at ternurnar eru farnar at reiðrast á Skinnaraskeri, og so leingi tær gera tað, verður forboð at ganga út á skerið.

Snarliðið sperraði av í gjár eftir boðum frá borgarstjóranum og boð eru sett upp á føroyskum og enskum um, at bannað er at ganga út á skerið, so leingi sum ternurnar reiðrast.

Á skeltinum stendur: “Ternan reiðrast, latið fuglin fáa frið” á føroyskum og enskum.

Fakta um ternu
Ternu dámar best nær sjónum. Á lágum nesum og á hólmum á sjógvi ella á vøtnum kann hon eiga óføra tætt, so at hann, ið har gongur, má ansa sær, ikki at traðka í okkurt reiðrið.

Ternan vil verja avkom sítt. Við harðari ferð skjýtur hon seg niður, so hann má veittra hondina upp ímóti, um hann ikki skal fáa nevsoddin í skallan. Kemur rovfuglur at, flykkjast tær tættar uttanum og reka hann harðliga burtur.

Eggini eru 2, hendir seg 3. Eftir hálvatriðju viku kemur út, og nú flúgva tær gomlu javnan til og frá berandi æti í nevinum. Kavað eftir tí fáa tær ikki, uttan tær stoyta sær høgt úr lofti niður í sjógv. Hjá reiðrunum liggja ofta lítlir ternumurtar — stundum lundasild, hendir seg onkur lítil tarabrosma. (Snar)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo