Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðið við at bora nýggja Hvannasundstunnilin er nú komið í helvt.

Articon upplýsir fyri VP, at boraðir eru nú 1096 av teimum umleið 2200 metrunum av nýggja tunlinum millum Árnafjørð og Hvannasund.

Samstundis verður eisini nýggjur tunnil boraður frá Árnafirði til Klaksvíkar.

Her eru boraðir 809 metrar av umleið 1900 metrum. Hetta svarar til umleið 43%.

Fyrsta skotið Norð um Fjall varð latið av 30. september í fjør.

Tað gongur sostatt væl at bora nýggju tunlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo