Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er í kvøld koyrdur á intensiva deild á sjúkrahúsi í London.

 

Hann hevur verið sjúkur av korona virusinum í nakrar dagar, og í dag er hann blivin so mikið vánaligur, at tað var hildið best at hann fór á sjúkrahús, verður sagt í tíðindaskrivi frá Downing Street no 10.

 

Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, er biðin um at røkja uppgávurnar hjá Boris Johnson so leingi.

 

Sagt verður eisini í tíðindaskrivinum, at Boris Johnson er við sítt fulla vit, og ikki liggur í respiratori.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo