Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 16. februar í Oasuni í Havn og fríggjadagin 17. februar í Løkshøll í Runavík verður áhugaverda evnið Børn, tøkni og skermar viðgjørt.

Tað verður vælumtókti fyrilestrarhaldarin Mette Schatter Carendi, ið kemur at greiða frá hvat nýggjasta granskingin innan evnið týður á.

Barnsins nýtsla av fartelefonum og teldlum er helst nakað, ið foreldur flest kenna til, og kjakið um hetta fyllir meira og meira, eisini hjá fakfólkum.

Mette fer at kunna og ráðgeva um, hvussu fakfólk kunnu hjálpa børnunum og foreldrunum við nýggju møguleikunum og avbjóðingunum, ið standast av nýggju tøknini.

Heiti á fyrilestrinum í Oasuni er: Tí verður barn títt bundið at skermum og tøkni og sum er fyri foreldur og avvarndi og skeiðsdagurin í Løkshøll hevur heitið: Hvussu ávirkar skermtíð og tøkni menningina hjá barninum? Og sum er fyri fakfólk, men øll eru sjálvandi vælkomin bæði støðini.

Meira kunning fæst á FB.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo