Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Borgarstjórin Sune Jacobsen og bygdarráðslimurin Jákup á Stongum niðri á Stakka í Sørvági

Borgarstjórin Sune Jacobsen og bygdarráðslimurin Jákup á Stongum niðri á Stakka í Sørvági

Í samband við 100-ára føðingardagin hjá Sørvágs kommunu í fjør vóru fleiri tiltøk, har roynt varð at seta kommununa í miðdepilin.

Eitt av hesum tiltøkum var fyri skúlabørnum og foreldrum ella avvarðandi, har spurt varð, hvørji ynski tey høvdu, tá talan er um tilboð í kommununi.

Tey fimm fremstu ynskini hjá teimum vóru hesi:

Spælipláss    27
Svimjihøll    19
Størri høll    14
Frítíðartilboð    12
Mat í kantinuni    11

Seinasru tíðina hevur West-Tech í Sørvági arbeitt við økinum, og í dag varð byrjað at seta betongelementini upp.

Vesi og goymslubygningurin eins og pallur til framførslu verða uppsett í dag. Tað er Jóhan Petur á Stongum, arkitektur, ið stendur fyri ætlanini.

Ætlanin við økinum er at gera tað hugnaligt fyri yngra og eldra ættarliðinum eins og børnini fáa spælipláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo