Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Búskaparráðið: Fyri at mótvirka húsagangir og uppsagnir í tænastuvinnuni, mælir Búskaparráðið til at seta í verk ein bráðfeingis hjálparpakka, sum veitir stuðul til føstu útreiðslurnar hjá fyritøkum, ið missa inntøku av korona-tilbúgvingini.

 

Sum nú er veitir verandi hjálparpakki stuðul til lønarútreiðslur hjá fyritøkum, sum senda fólk heim uttan at siga teimum upp. Tænastufyritøkur hava tó aðrar fastar útreiðslur, enn lønarútreiðslur, eitt nú húsaleiga og rentur, og eingin stuðul verður í løtuni veittur tænastufyritøkum, sum av korona-tilbúgvingini missa umsetning.

 

Eingin vissa er fyri hvussu støðan í búskapinum verður aftan á 30. juni 2020. Útflutningsvinnurnar hava í løtuni flutningstrupulleikar og minkandi sølu, men stór yvirskot hava verið á handilsjavnanum og hjá summum fyritøkum ber til at økja goymslurnar til seinnu sølu. Mett verður tí ikki, at útflutningsvinnan tørvar serligan stuðul. Nógv ferð hevur verið á byggimarknaðinum, men væntandi minka ordrabøkurnar munandi í verandi løtu. Fyrst og fremst er tó lítið og einki virksemi í tænastuvinnuni, og illani ber til hjá tænastuvinnuni at vinna mista umsetning inn aftur seinni. Vandi er tí fyri at tað kann fáa húsagangir og uppsagnir við sær, um stuðul ikki verður latin tænastuvinnuni beinanvegin.

 

Alt annað líka kunnu verandi umstøðurnar í búskapinum birta upp undir eina eyka konjunkturniðurgongd. Umráðandi er, at land og kommunur ikki fremja sparingar, men halda verandi útreiðslu- og íløgustøði. Búskaparráðið mælir til, at ein endurgjaldsskipan fyri ein part av føstu útreiðslunum hjá fyritøkum, ið vegna korona-tilbúgvingina missa umsetning, verður sett í verk bráðfeingis.

 

Les meira her

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo