Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Ríðingarfelag: Kappríðingarárið endaði í gjár við einum brakið av einari kapping í Marknagili. Gott veður, met nógv ross og gott lag eyðkendi kappingina. Tað vóru eisini nøkur óvæntað úrslit og sera tætt við at metið í 100 mtr. Skeið var tikið. 

Kappingin byrjaði við Tølt, her eyðnaðist tað ungu evnaríku Silju G. Eystberg at vinna á teimum meira garvaðu Johannessen brøðrunum. Silja G. Eystberg og Tango vunnu við tíðini 11:60, Regin Johannessen á Brynjar gjørdist nummar tvey við tíðini 11:80 og Bárður Johannessen á Stráki nummar trý við 12:81. Brynjar og Regin Johannessen vunnu FM í Tølt. 

Skeiðkappingin var sera áhugaverd, mest tí at Kór við Beintu P. Debes á baki hevur gjørt sera stór framstig hetta kappingarárið. Tey hava vant nógv og miðvíst og vóru á degnum bara 0:02 sekund frá at sláa metið í skeið 100 mtr. Metið er 8:00 og Kór og Beinta P. Debes vunnu á degnum við 8:02. Sera spell at tey ikki kundi krúna sigurin á degnum og FM heitið ið eisini var vunnið, við einum føroyskum metið. Beinta P. Debes fylti enntá sama dagin, so stórur dagur hjá ungu argjareiðkvinnuni. Bárður Johannessen og Syrpa gjørdist nummar tvey á degnum við tíðini 9:03, eisini ein sera góð tíð. Nummar trý gjørdist Orka við Ranju Halsdóttir Djurhuus. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo