Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eitt av mest einsamøllu størvunum í landinum í løtuni er at vera telefonpassari á Brandstøðini. Tí har sleppur ongin inn. Tey fáu, sum eru til arbeiðis, eru sett til uppgávur, sum hava ligið á láni, sigur brandmeistarin Heini S. Østerø.

 

Sløkkiliðsfólkini eru ikki á støðini. Heini hevur givið boð um at tey skulu halda seg langt vekk – tey sleppa sostatt heldur ikki til teir regluligu kaffiløturnar á støðini, har allir trupulleikar annars vórðu loystir og ætlanir lagdar fyri dagin og vikuna.

 

Hinvegin, so eru øll sløkkiliðsfólkini klár at traðka til. Tí hóast Brandstøðini er stongd, so eru tey øll á vakt, skuldi nakað hent, ið krevur teirra innsats.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo