Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Tað verður við einum øðrum skipara enn Brandur Joensen úr Miðvági, tá ið Gadus fer avstað aftur nýggjan túr.

Eftir 37 ár á brúnni, fyrst sum avloysari, gevst Brandur Joensen, skipari.

Men tað er ikki vist hann hevur verið sín seinasta túr við Gadus, tí um so er at reiðaríið manglar ein skipara onkran túrin, so er hann klárur, sigur hann við VP.

- Fyrsta túrin eg loysti av sum skipari var í 1980 og tað var við Sundaberg, og í 1983 gjørdist eg fastur skipari hjá reiðarínum sum tá var Kjølbro.

- Og tað hevur verið eitt gott reiðaríð at siglt hjá, bæði undir Thulesen, og so eisini nú síðani Hanus Hansen tók yvir, sigur Brandur Joensen.

Spurdur, hvat hann nú fer at takast við, sigur hann, at tað verður helst okkurt at gera og putlast við.

- Onkran túr út á trønna, og kanska onkran túr við bátinum, sigur hann.

Øll hesi 41 árini, hann hevur siglt við trolara hjá JFK, minnist hann bæði góðar sum minni góðar tíðir til fiskiskap.

Tað eru ikki so mong ár síðani at ein vanligur túrur var einar 4-6 mánaðir, og tá var ikki so stórur gravgangur eftir at sleppa við, sum tað er í dag, nú túrarnir eru 1-2 mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo