Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Borgarstjórin fekk í dag eina fitta vitjan, tá ið 9 ára gamli Brandur kom á gátt á Ráðhúsinum saman við beiggja sínum Bjarna, sum er 7 ár.

Brandur hevur savnað saman nógvar undirskriftir frá børnum og nøkurm foreldrum, har hann heitir á borgarstjóran um at gera ein ordiligan sparkivøll á spæliplássinum á Dagstovninum við Velbastaðvegin.

Saman við undirskriftunum er eisini ein heilsan til borgarstjóran. Brandur skrivar millum annað:

- Fótbóltsvøllurin í barnagarðinum er oyðiliagdur, og hann er gjørdur úr sandi. Eg gekk har fyri tveimum árum síðani. Eg og vinmennirnir ynskja okkum ein FIFA-vøll har ella onkrastaðni tætt við.

Borgarstjórin takkaði mangar ferðir fyri undirskriftirnar og lovaði at taka málið upp sum skjótast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo