Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hóast Brasilia er í ringastu fasuni av korona farsóttini so verða tiltøkini alla tíðina linkað í landinum.

Fyrr í vikuni bleiv kunngjørt, at floghavnirnar lata upp aftur fyri flogferðslu úr umheiminum, og sostatt er frítt hjá øllum ferðafólki at koma aftur til Brasilia.

- Vit eru mitt í ringastu fasuni, og tí undrar hetta okkum, sigur Alexandre Naime, sum er leiðari á deildini fyri infektiónssjúkur við lærda háskúlan í São Paulo við Reuters tíðindastovuna.

- Almenni politikkurin og atburðurin hjá fólki eru sum um, at onki var áfatt, sigur hann.

Fleiri eygleiðarar halda, at hóast landið letur upp aftur fyri ferðafólki úr útheiminum, so man tað vera sera avmarkað, hvussu nógv ætla at koma sum støðan er.

Næst eftir USA er Brasilia tað landið í heiminum sum er harðast rakt av korona virusinum. Yvir 2,6 milliónir eru smittað og nærum 100.000 eru deyð.

Bæði forsetin Jair Bolsonaro og konan Michelle hava sjúkuna, men seinasta kanningin hjá honum vísti, at hann var frískur aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo