Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Undir heitinum, Sex krevur samtykki, fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna.

Tað eru Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

Endamálið er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og um at virða mørkini hjá øðrum.

Samstundis mugu foreldur og onnur vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki.

Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.

Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá.

Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.

Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo