Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina er nógv hent á heimliga politiska vígvøllinum. Hetta hevur samstundis givið eina kenslu av, at skráin fyri tað, ið átti at hava verið gjørt, er broytt. Spurningurin er tí, hvussu vit aftur fáa ferð á tað, sum eigur at verða raðfest høgt, og sett aftur á skrá.

Talsfólk, samskipandi eind og brekpolitisk virkisætlan
MEGD hevur sett orð á manglar við óheftum eftirliti ella talsfólki á brekøkinum, samskipandi eind millum ráðini og langtíðar brekpolitiska virkisætlan. Hetta kann virka sum troyttandi endurtøkur, tó hvørva hesi ynski, sum eru neyðug, ikki við tíðini.

Tað er ikki av ongum, at hetta var sett á skrá sum neyðugt. Í 2009 varð ST-sáttmáli um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, viðurkendur á Føroya Løgtingi. Hann hevur vísiliga verið við til at peika á, hvat málið er. Tað, sum nú hevur týdning, er, at fáa ferð aftur á arbeiðið at íverkseta sáttmálan.

Bústaðir, endurmenning og bíðilistar
Umframt grundleggjandi arbeiðið við sáttmálanum, so eru tað ásetingarnar sum m.a. rættur til egnan bústað, verja í verkfalli, tilboð um góða og breiða persónliga endurmenning og at fáa enda á bíðilistunum.

Tá ið fólk, ið bera brek, eru heil menniskju, so skulu tænastur tí eisini verða hugsaðar sum ein heild. Neyðugt er við størri samstarvi – tvørfakligt og tvørprofessionelt – millum ráð og tænastur. Tað gevur ikki meining, at vit alsamt halda fast við, at borgarin sjálvur skal vera professionellur og hava eina stóra og breiða vitan um rættindi, veitingar og møguleikar fyri at fáa tað. Tað eiga fakfólk, ið longu eru sett, natúrliga at veita. Til samasettar ella kompleksar tænastur eiga vit at gera okkum nógv størri ómak einstaklinginum og avvarðandi til frama.

Batar og einki arbeiðsloysi     
Løgið, at góðar tíðir kunnu gerast ein fíggindi, men mangul á hondum á sosiala økinum er ein álvarsom sannkenning. Her mangla fakfólk sum heild, og hetta skal politiski myndugleikin taka í álvara. Hvat verður av vælferðini, um vit ikki hava arbeiðsmegina at tryggja hana.

Áhugavert er at vísa til granskingarverkætlanina um livikor hjá fyritíðarpensjónistum, sum Olga Biskopstø, granskari, hevur staðið fyri. Hon vísir, at átøk seinastu árini – m.a. broytingar eftir 2007 innan tænastur, atkoma hugsað breitt, veitingar, broytingar í skatta- og pensjónslóg, lóg um almannatrygd og tænastur og arbeiðsfremjandi tiltøk – gera mun. Tí eigur arbeiðið at halda fram.

Gott grundarlag og komandi valstríð
Nú brekøkið, eftir umfarssótt, politiska órógv og nýggj landsstýrisfólk, nakað skjótt er á veg inn í eitt valstríð, hevur tað týdning, at sitandi samgonga arbeiðir skjótari. Longri komið verður við hesi samgonguni, longri koma vit við eini komandi. Arbeiðið, ið verður gjørt nú, liggur sum vera mann sum grund fyri komandi arbeiðnum.

Tóra við Keldu
Forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo