Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í grein i Vágaportalinum verður í dag sagt frá um avbrenning av brúktum bildekkum á Kommunalu Orku og Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu.

Brend vóru í 2020 118 tons av bildekkum og hevur støðin fingið sær eina kvørn at petta dekkini sundir í smærri bitar til at lætta um brenning saman við øðrum ruski.

Grønan umhvørvispolitkk... insavning av vandamiklum ruski, plasti o.ø. fram við fjørðu og í býnum, og øll gera sítt ítarsta at halda umhvørvið reint og frítt fyri dálking.

Burðardygg menning, vistfrøði og størri tilvitan um ráevnisnýtslu, minking í nýtslu í virðismiklum evnum, og ikki minni veðurlagsárinið og ovurstóra útlátið av koltvísúrni, har fólk fáa sær EL-bil og hitapumpur.... alt meðan Tórshavnar kommuna... og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið ganga øvugta vegin við størri fossilari orkunýtslu... olju til framleiðslu av nýggjum bildekkum, og við enn størri vandamiklari partikuldálking har kyksilvur og dioxin, nøkur av mest eitrandi og heilsuskaðiligu evnunum vit hava í umhvørvinum, gerst størri og størri... við just avbrenning av bildekkum.

Og Umhvørvisstovan gevur undantaksloyvi til sera vandamikla dálking.

Hvat skulu fólk halda um slíkan umhvørvispolitikk anno 2021, har truttað verður niður í hvørt mansbarn um ikki at dálka umhvørvið... haga, bø og havumhvørvið?

Veit Umhvørvisstovan nu ikki av BAT-tøknini....”Best Available Technique”?.... ella slík nýtist kanska ikki tá tað umræður Tórshavnar Kommunu.... har sjálvt borgarstjórin sæst hjúkla um urtagarðar, nýggj trøð í miðbýnum, Grøna Viku, har borgarin fær kostnaðarfrítt smærri runar til urtgarðin, blómur og herðaklapp til gøtusóparar, skiljing av húsarhaldsruski... uttan at ruskinnsavningin ger annað enn gjørt er farnu 30 árini og uttan nakara ítøkiliga kelduskiljing og kelduinnsavning?

Avbrenning av bildekkum er bannað í øðrum londum...partvís fyri at minka um fossilu orkuna, og partvís fyri at fyribyrgja vandamikla partikuldálking.

Astma, krabbi og at kvinnur verða sørar av slíkari dálking sæst ikki at rína við hjá okkara umhvørvismyndugleika og heldur ikki hjá borgarstjóranum.

Kyksilvur og dioxin sum lívrunnið klorevni, sum PCB´ir, ið hopa seg upp í okkara umhvørvið, fiskinum, seyði og tí heilsugóðu føði vit skulu hava, eiga á ongan hátt ikki at verða latin út í umhvørvið og til alstóran skaða, tá væl ber til at endurnýta bildekk... til nýggj bildekk og til eina langa røð av ymiskum vørum sum græslíkisvallir, uppíbland í asfalt, ger av nýggjum brúkslutum o.a.

Einki nýtt er at síggja til ábyrgdarfullan umhvørvis- og orkupolitikk, og alt ”koyrir” sum vant uttan at kommunal- ella landspolitikkur ger átøk at verja eitt álvarsligt hótt umhvørvið... og borgaran, ið stendur í longum bíðirøðum til krabbakanningar, alzheimerviðger, parkinson, nerva og sálarviðgerð frá smábørnum til tey gomlu.

Ábyrgdarfullan umhvørvis- og okrupolitikk síggja vit púrt einki til, og tað sær heldur ikki út til at nakar bati er í eygsjón.

Ein syndarlig støða at samfelagið í umhvørvishøpi eru so afturútsiglt... kommunalt og landspolitisk.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo