Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit fáa at vita alment, at býráðslimir í Havn ikki hava sett seg inn í málið! 

Meðan vit onnur bara vita higartil, og sum varpað er út um allar geilar, at hundraðtals milliónir krónur eru í hvassari kapping, við tað at ein brennistøð kostar 500 mió. kr. og tvær kosta 800 mió. kr. 

Ja, gerið so væl og gloypi!

Roknistykkið?
Men ber í meldrinum til at spyrja: “Hvør hevur roknað seg fram til hesar ovurhonds upphæddir, sum anga/rúka av løturnar útsøluhugi. Man talan vera um tann sama “tal-knúsaran”, sum kostnaðarmetti Glasir til umleið 500.000 kr., og sum nú táttar í eina heila milliard í kongsins mynti?
 
Og man hetta roknistykkið tola dagsins ljós? Og navnið á roknimeistaranum við, so at fólkið/skattgjaldarin fær at vita, hvør ið stendur til heiðurs og æru eftir loknan leik. Um nú kostnaðurin - altso undantaksvís – heldur. Ella hvør, ið skal í Skansan at ruska í rimarnar, táið av tornar?

Lyfti og hóttan
Vit verða fóðrað við løttum lyftum í leysari vekt og søtum hunangs hugtøkum til dessert: Um ábyrgd, reinføri, stórsinni, grønt umhvørvi (fjálga nýggja religiónin), skynsemi, at fara væl um skattgjaldarans pengar etc.

Og um verandi samgonga í býráðnum ikki fær sín vilja, ja, so mugu ellisheim, barnagarðar, skúlar, vegir, kloakkir o. s. fr. verða skotin langt aftur í røðina - til ein óvissa framtíð. Og sitið tit so!

Politiskt snakk?
Men er hetta annað enn snakk, sum hóvar bæði teim á Vaglinum og úti í Nesinum?

Vit ørminnast tó nakað frá Glasir um hvussu ein stovnsleiðari – sum politisk sálarbót - bleiv rikin til hús í óðum verkum. Og at hetta varð avrikað av sama politikara, sum sjálvur hevur verið við til at sett Glasir í verk – í enn meiri óðum verkum?

Hetta  “glarkenda undurverk høvuðsstaðarins”, sum útlendingar fóru at valfarta til í glaroygdari/pedagogiskari/estetiskari undran – men sum nú einans vekur undran um kaos og eykakostnað?

Kós og eftirmeting
Og síðani Landsverkfrøðingurin - sum dygdarstovnur - varð ryggbrotin eftir einari nátt, og allur myndugleikin bleiv fluttur út til juristarnar/økonomarnar (djøffarnar) í Tinganesi. So hevur als eingin ábyrgd verið í heinta.

Hetta váttaði eisini “seriøsa” kanningin hjá KVF í farvum: “Handvasking í stórum stíli - og eingin rodnaði”. Og pinnamatarbrigadan var vitiliga ikki við, tí hon er jú antin á flogi ella á fundi...

Stovnar út úr Havnini - og rusk inn í staðin?
Er almenna kósin nú vorðin tann, at alt hetta ruskvirksemi so vísiliga skal flytast til Havnar, og ikki tað øvuta - sum staðfest var á Ovara-Vagli og úr Nesinum við - bæði í ætlan og verki tey seinastu árini.

Og eru vegir býarins og landsins dimensioneraðir til hesa øktu ferðsluna. Hesir vegir, sum ongan góðan hava havt í eini 20 - 30 ár?

Avlopshitin?
Sagt verður, at avlopshitin kemur einans Havnini til góðar – og tað í trídupultum máti. Men er hetta eftirfarandi?

Hvat nú um IRF velur at byggja eina nýggja brennistøð nærindis tøkum, stórum og orkukrevjandi miðstaðarøki aðrastaðni?

Eitt nú í Klaksvík ella í Runavík – sum helst verður komandi høvuðsstaður Eysturoyar? Runavík, sum saman við Nes kommunu eigur tøkt og gott byggilendi til ein stóran bý.

Valdið til IRF?
Ikki sørt skemtilig tykjast hesi tíðindini vera, at um IRF so gløggskygt tekur undir við broyttu skipanini - um at alt ruskið verður flutt til Havnar at brenna - so fær IRF samstundis 67% av valdinum og 85% í stýrinum fyri nýggja samtakið. Meðan Havnin - við 40% av Føroya fólki aftan fyri seg – fær bara 33% og 15% av ávirkanini í sín part(!).

Hetta kann ikki annað enn gleða IRF. Tí býtt eru tey ikki “á bygd”. Ein harrans lætti verður tað fyri IRF við, sum hevur savnað, baksað og brent rusk kring landið alt.

Og skuldi Havnin fingið ein framtíðar vinning í milliónum av krónum av tøka og økta avlopshitanum. Ja, munnu tá ikki umboð fyri verandi IRF- økið - við sínum avgjørda meiriluta í nevnd/stýri - eisini vilja hava sín bróðurpart av hesi kakuni?  

Søgan...
Søgan um eina felags brennistøð er í stuttum henda. Eftir at Havnin koblaði seg úr brennistøðarmeldrinum, reikaði IRF-støðin runt um í landinum. Suðuroyggin vildi eisini hava sína.

Bara í Eysturoy var m. a. talan um Krossbakka (fyri at dioxin-eitrandi roykurin skuldi fara við útsynninginum eystur í hav) ella í Runavík (her tað var gagnið av avlopshitanum, ið taldi).

Ræðslan vann á fornuftini

Ræðslan fyri dioxin-eitran øðrumegin og gagnnýtslu av avlopshitanum hinumegin - bardust á villum víddum. Og landsins heilsumyndugleikarnir við.

Men, sum eftir nógvar fundir og forpíndan ófrið, so endaði brennistøðin Úti á Vík í Leirvík – burturi í óbygdum.   

Og loksins
Higartil hevur heldur lítið komið til høldar av avlopshitanum úti á Vík. Tó nakað. Og eingin klaksvíkingur/norðoyingur er enn (tíbetur) deyður av dioxin- roykinum um Háls ella Brúnaskarð. Og tað er gott.

Báðar brennistøðirnar hava tíðum í tørvi verið hvørjari aðrari til hjálpar. Og samstarva enn sum góðir grannar. Og tað er eisini gott.

“Never change a winning team”. Og tí er framvegis hóskandi at hava tvær ruskbrennistøðir í landinum.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo