Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vit eru sera ørkymlað av hesum og ivast í tí burðardygga, men vit ætla at halda fram við dialogi og vónandi á tann hátt fáa ein enda á hesum drápunum. Nakað soleiðis sigur bretska stjórnin í einum svari til The Independent, sum hevur spurt um springaradrápið í Skálafirði herfyri fær nakrar avleiðingar fyri handilsavtaluna ímillum Bretland og Føroyar, sum djóraverndarfelagsskapir annars hava róð framundir átti at verið avleiðingin.

Zac Goldsmith, sum er ráðharri fyri djóravælferð, sigur í einum twitterboðum um springaradrápið, at "hetta er nakað av tí mest spýggiliga eg nakrantíð havi sæð. Tað er ein skomm fyri mannaættina".

Bretar hava savnað inn undirskriftir til at leggja trýst á stjórnina, men sum skilst eru ongar ætlanir um at endurskoða avtaluna frá bretskari síðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo