Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í Hull gongur manningin á Kirkellu og bíðar eftir at ein nýggj avtala verður gjørd ímillum Bretland og eitt nú Føroyar men serliga eisini Noreg, so teir aftur sleppa at fiska, sum teir plagdu áðrenn Brexit.

Miðilin Hull Daily Mail skrivar um manningarnar, tilsamans einir 100 mans, sum hava verið vanir at fiska av ES kvotu í føroyskum og norskum sjógvi. Teir siga, at teir ikki hava kunnað gjørt annað enn at bíða síðani Brexit kom í gildi á nýggjárinum.

- Vit sita bara og bíða eftir, at telefonin fer at ringja. Hetta er ikki ein góð støða at vera í, sigur ein teirra, 33 ára gamli Ricky Campbell, sum hevur konu og dóttir at forsyrgja.

Heldur ikki reiðarin ella felagið sum eigur Kirkellu, UK Fisheries, hevur fingið nakað at vita um, hvussu tað røkist fyri eini avtalu sum ger, at Kirkella aftur sleppur at loysa.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo