Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bretski konservativi tingmaðurin David Duguid, ætlar sær í næstum at hitta Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um tað sum hann kallar moralskt skeivt av føroyingum at gera, nevniliga at samstarva við russar, og ikki minst loyva russum at fiska í einum øki, sum bretar og føroyingar umsita í felag.

Tað skriva fleiri bretskir miðlar, eitt nú Buchan Observer.

- Tað er moralskt skeivt av føroyingum at halda fram við samstarvinum við russar, tá vit og nógv við okkum royna at revsa Russland, sigur bretski tingmaðurin, og sipar til russiska álopið á Ukraina.

- Eg ætli mær at spyrja Bárð á Steig Nielsen, hví hann vendir blinda eyga til tað sum hendir, og eg vóni, eg kann fáa hann til at hugsa seg um einaferð afturat, sigur David Duguid.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo