Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danmark hevur leingið havt ilt eyga á fleiri útlendskum sonevndum hatursprædikantum, tí teir við sínum prædikum eggja til harðskap og radikalisering ímillum ungfólk. Men tað hevur verið trupult at nokta teimum innferðarloyvi, um teir koma úr einum øðrum ES landi.

Men nú Bretland fór úr ES á nýggjárinum eru trý nýggj nøvn komin á svartalistan hjá donsku myndugleikunum, har frammanundan 16 nøvn standa. Talan er í øllum trimum førum um bretskar statsborgarar, og minst tveir teirra hava vitjað moskur í Danmark.

Talan er um Abdulkadir Ali Ambe, Haitham al-Haddad (myndin) og Urutajirinere Fombo, sum allir eru kendir fyri sínar harðligu prædikur. Teir hava eitt nú talað sera niðrandi um jødar og eggjað ungfólki til at fara í vápnað stríð saman við IS.

Bretland hevur stórar trupulleikar av hatursprædikantum, skrivar Jyllandsposturin.

Tað hevur ikki í dag borið til at fingið greiðu á, um innferðarbannið eisini er galdandi fyri Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo