Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Esben Sverdrup-Jensen er stjóri fyri Danish Pelagic Producers Organization (DPPO), ið er danska reiðarafelagið fyri pelagisk skip. DPPO er eitt av størstu áhugafelagsskapunum fyri fiskivinnu í ES. Sum stjóri situr Esben S. Jensen við borðendan á fleiri av nevndunum, ið ráðgeva ES kommissiónina.

Seinasta árið hevur Esben S. Jensen verið formaður og nevndarlimur í nevndum, ið fyrireika Brexit.

Gjøgnum sítt arbeiði er Esben ein av teimum við mestu vitan um, hvat vit vita, og hvat er óvist innan Brexit. Áðrenn Esben byrjaði at starvast hjá donsku pelagisku reiðarunum í 2011, var hann í starvi í danska fiskimálaráðnum frá 2007, seinastu árini sum deildarleiðari.

Esben Svendrup Jensen er útbúgvin samfelagsfrøðingur.
 
”Brexit – tað vita vit” verður mánadagin 8. mai. Tilmelding er neyðug. Kostnaðurin er 4.000 kr. + MVG.

Sí meira: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo