Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á liðnum hjá Havnar Bridgefelag leiktu: Jákup Hjaltalin, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen

Á liðnum hjá Havnar Bridgefelag leiktu: Jákup Hjaltalin, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen

Á liðnum hjá Havnar Bridgefelag leiktu: Jákup Hjaltalin, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen

Bridgesambandið: Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november 2020. Kappingin er skipað soleiðis, at limafeløgini kring landið undir Føroya Bridgesambandi kappast innanhýsis um FM-heitið.

Í kappingini hesuferð luttóku 4 lið: Eysturoyar Bridgefelag við tveimum liðum, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag.

Øll liðini leiktu ein dyst móti hvørjum øðrum. Í hvørjum dysti vórðu leikt 20 spøl. Sostatt skuldu leikast í alt 3 umfør á 20 spøl, og tann sum tá var fremstur gjørdist føroyameistari.

Úrslitini vóru hesi:

Umfar 1:
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Nýggja Bridgefelag    12,76 – 7,24
Havnar Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2    20,0 – 0,0

Umfar 2:
Nýggja Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2    8,66 – 11,34
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Havnar Bridgefelag    3,07 – 16,93

Umfar 3:        
Havnar Bridgefelag – Nýggja Bridgefelag    14,39 – 5,61
Eysturoyar Bridgefelag 2 – Eysturoyar Bridgefelag 1    15,28 – 4,72

Endastøðan gjørdist hendan:
⦁    Havnar Bridgefelag        51,32 stig
⦁    Eysturoyar Bridgefelag 2        26,62 stig
⦁    Nýggja Bridgefelag        21,51 stig
⦁    Eysturoyar Bridgefelag 1        20,55 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo