Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Seinastu 3 umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021.

Undan seinastu trimum umførunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu við 187,49 stigum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen lógu á øðrum og triðja plássi við ávikavist 168,44 stigum og 166,75 stigum. Ovastu trý liðini møttust øll innanhýsis í hesum seinastu umførunum, so hóast onki var avgjørt lá liðið hjá Dánjal Paula Mohr best fyri at vinna FM-heitið.

Úrslitið gjørdist at liðið hjá Dánjal Paula Mohr helt áfram við støðuga avrikinum teir hava víst gjøgnum kapingina, og vann FM heitið sannførandi við at vinna báðar innanhýsis dystirnar móti kappingarneytunum á øðrum og triðja plássi. (Á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr leiktu: Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Egil Sondum)

Liðið hjá Boga Simonsen vann innanhýsis dystin móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, og sum hini úrslitini lagaðu seg hevði hetta við sær at liðið hjá Boga Simonsen tók seg framum og endaði á øðrum plássi. (Á liðnum hjá Boga Simonsen leiktu: Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin, Dia Jacobsen, Robert Langgard), meðan liðið hjá Allan Dal-Christiansen var mannað við: Allan Dal-Christiansen, Pól Egholm, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen, Heðin Mouritsen)

Úrslitini fyri seinastu trý umførini vóru hesi:

Umfar 12:
Oddmar Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag    12,98 – 7,02
Danny Danielsen – Jassarnir    16,93 – 3,07
Dánjal Pauli Mohr - Salomon Johansen     14,58 – 5,42
Allan Dal-Christiansen  - Bogi Simonsen     5,24 – 14,76

Umfar 13:
Allan Dal-Christiansen – Oddmar Danielsen    20,00 – 0,00
Bogi Simonsen - Dánjal Pauli Mohr     4,89 – 15,11
Salomon Johansen – Danny Danielsen     5,06 – 14,94
Jassarnir - Suðuroyar Bridgefelag     1,67 – 18,33

Umfar 14:
Oddmar Danielsen - Jassarnir    18,23 – 1,77
Suðuroyar Bridgefelag - Salomon Johansen     3,07 – 16,93
Danny Danielsen – Bogi Simonsen     6,59 – 13,41
Dánjal Pauli Mohr - Allan Dal-Christiansen    18,33 – 1,67

Endaliga støðan gjørdist hendan:
Dánjal Pauli Mohr            235,51 stig
Bogi Simonsen            199,81 stig
Allan Dal-Christiansen        195,35 stig
Danny Danielsen            128,45 stig
Oddmar Danielsen        122,49 stig
Salomon Johansen        104,21 stig
Suðuroyar Bridgefelag        84,17 stig
Jassarnir            50,01 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo