Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Leygardagin 14. november 2020 vóru 3-6 umfar av FM kappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis at øll spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.

Støðan eftir fyrstu 6 umførini er hendan:

  1. Dánjal Pauli Mohr 109,62 stig

  2. Allan Dal-CHristiansen 89,31 stig

  3. Bogi Simonsen 83,04 stig

  4. Danny Danielsen 57,75 stig

  5. Salomon Johansen 47,28 stig

  6. Suðuroyar Bridgefelag 38,82 stig

  7. Oddmar Danielsen 37,11 stig

  8. Jassarnir 17,07 stig

Komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. januar 2021 og byrjað verður kl. 12.00. Tá verður oddadystur millum liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Allan Dal-Christiansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo