Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Tað var ein spentur rektari sum tók ímóti einari fúsari fjøld av ungum íverksetarrum úti á Glasi fríggjamorgun til Ungt Virki 2022. Teir ungu vónríku næmingarnir lurtaðu hugagóð eftir orðunum hjá rektara, meðan teir sjey dómarnir gjørdu seg tilreiðar til ein langan og innihaldsríkan dag, har teir skuldu gjøgnumganga 26 verkætlanir hjá uml. 130 næmingum – bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í stóra atrium á Glasi og so samrøðum við dómarnar.

Eftir rektarin hevði givið nøkrum góð og uppbyggjandi orð á vegnum, so tuskaðu allir næmingarnir upp til sín bás fyri at fáa tað síðsta uppá pláss, áðrenn dómarnir komu framvið at fregnast um hugstkotið og hoyra søluprátið, sum næmingarnar vónandi dugdu uttanat nú. Har var tó ríkiligt høvi at venja hetta altavgerandi søluprátið, tí tey vóru ikki meira enn komin uppá pláss, so var ein rúgva av forvitnum næmingum rundan um allar básarnar fyri at síggja, hvat spennandi, ungu íverksetararnir høvdu funnið uppá. Og har var alt frá luktilsi og línu sensori til søluportalar og mangt, mangt annað.

Ein avgerandi partur av kappingini er framløgan, sum bert skal vara 4 minuttir til longdar. Tískil skal hon verða so stutt, greið og eggjandi sum møguligt.

Spurdur um hvat dómarnir leggja størstan dent á, svarar dómsnevndarformaðurin, Regin Dalsgard, at tað grovt sagt eru fýra eyðkenni, sum dómarnir halda eyga við: Er hugskotið greitt? Hvussu umboðar vøran Føroyar uttanlands? Hevði mann sjálvur sett pening í verkætlanina? Og síðst, men ikki minst, hvussu sær heildarloysnin út – frá leiðslubygnaði til marknaðarætlan.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo