Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nærum 200 lond eru við í avtaluni, sum í gjár varð undirskrivað á ST veðurlagsráðstevnuni COP26 í Glasgow.

Londini samdust millum annað um, at áðrenn 2022 er runnið skulu tey hava dagført og styrkt sínar egnu ætlanir fyri, hvussu málini í Parísavtaluni fyri globalari upphiting kunnu vera hildin. Tað vil siga í mesta lagi 1,5 til 2 stig.

Øll londini viðurkenna, at tað sum skal til er at minka útlátið av vakstrarhúsgassum.

Skal málið røkkast, má útlátið minkast við 45% áðrenn 2030 samanborið við 2010. Og tað má vera 0 áðrenn 2050.

Ríku londini hava bundið seg til at tvífalda upphæddirnar, tey brúka til endamálið, áðrenn 2025 samanborið við 2019.

Tikið verður fram, at ríku londini hava áður bundið seg til at brúka 100 milliardir dollarar áðrenn 2025 til at hjálpa fátæku londunum at røkka málunum. Men tey eru langt frá hesum, og tað er sera harmiligt, verður sagt.

Og so er tað, at tað beinleiðis verður nevnt, fyri fyrstu ferð, at kolakraftverk eiga at avviklast og statsstuðul eigur ikki at verða latin til framleiðslu av lívrunnum brennievni.

Men umhvørvisfelagsskapirnir høvdu viljað havt meira.

Soleiðis sigur Jennifer Morgan, altjóða stjórin í Greenpeace: Avtalan er veik og lítillátin. Málið um 1,5% er bara akkurát livandi enn. Men nú hava londini so sent eitt greitt tekin um, at kolið skal burtur.

Londini hittast í Sharm El-Sheikh í Egyptalandi til COP27 ráðstevnu næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo