Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða mannarættindadagur er 10. desembur, og hóast jólarokið er upp á sítt hægsta, er hetta eisini ein góður møguleiki at hugsa um tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. 

Aftur í ár skipa Amnesty deildir kring allan heim fyri brævaskriving fyri hesum menniskjum. 

Í Føroyum skriva vit frá 6. til 16. desember, og alt tilfar kann takast niður á http://marathon.amnesty.fo/

Vit skriva m.a. fyri rættindum hjá børnum í Malavi, fyri talufrælsi í Azerbaijan og Edward Snowden og rættinum til privatlív í USA. 

Við áheitanarbrøvunum vilja vit heita á myndugleikarnar um at seta tiltøk í verk og tryggja grundleggjandi mannarættindi hjá teimum menniskjum. Og við at skriva eitt samhugabræv vísa vit hesum menniskjum, at vit hugsa um tey, og at teirra bardagi fyri rættvísi ikki er til fánýtis. 

Hvørt bræv munar!

Vit síggja, at brøv broyta lív, tí í umleið einum triðingi av málinum, skrivað verður fyri, fara ítøkiligar broytingar fram. 

Tú kanst skriva heimaífrá, skipa fyri tínum egna skrivitiltaki ella fara til eitt av skrivitiltøkunum á bókasøvunum, har møguleiki er at skriva brøv.

Hesi bókasøvn hava brævskriving frá 6. til 16. desember

Býarbókasavnið í Tórshavn

Klaksvíkar bókasavn

Bókasavnið við Løkin

Vestmanna bókasavn

Vágs bókasavn (Miðaltún)

Skriva eitt bræv - brøv bjarga lívum! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo