Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 28/09-2020 samtykti at broyta býarplanin og almennu byggisamtyktina fyri kommununa.

Broytingarnar eru fleiri og eru í øllum bygdum í kommununi.

Skjøl, sum lýsa broytingarnar, liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá týsdegnum 10. november 2020 til týsdagin 01. desember 2020 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. desember 2020.

Vága kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo