Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Á býráðsfundinum í morgin, hósdagin 24. februar 2022, skal býráðið taka støðu til eitt uppskot um at broyta reglugerðina um útlutan av grundstykkjum.

Seinastu árini eru øll sloppin at melda til og luttaka í lutakastinum um nýggj grundstykki. Eisini fólk, sum ikki eru búsitandi í Tórshavnar kommunu. Nú verður reglugerðin tillagað, soleiðis at borgarar í Tórshavnar kommunu fáa framíhjárætt at vera við í lutakastinum.

Atlit til búsitandi í kommununi og lesandi uttanlands
Sambært broytingaruppskotinum verður lutakastið skipað soleiðis, at tá ið talið av tilmeldaðum til lutakastið er størri enn talið av tøkum grundstykkjum, verður bert kastað lut ímillum tey, ið hava skrásettan bústað í Tórshavnar kommunu.

Eru tøku grundstykkini fleiri í tali enn talið av tilmeldaðum, sum hava skrásettan bústað í kommununi, verða grundstykkini lutað út millum lesandi í útlondum, ið hava meldað til. Ein treyt fyri at vera við í lutakastinum er tó, at tey lesandi hava búð í Tórshavnar kommunu, áðrenn tey fóru av landinum, og at tey flyta aftur í kommununa innan eitt ár aftaná lutakastið.

Eru grundstykki framvegis tøk, tá ið hesir báðir bólkarnir hava fingið sín møguleika, verður restin av grundstykkjunum lutað út millum onnur, sum ikki hava skrásettan bústað í Tórshavnar kommunu.

Tinglýsing av skeytinum treytað av fígging og byggiloyvi
Aðrar broytingar verða eisini gjørdar í reglugerðini. Í framtíðini verður tað soleiðis, at ætlaði keyparin av einum grundstykki í fyrstu atløgu fær tillutað rættin til eitt grundøki. Tinglýsingin av skeytinum bíðar tó, til tað er greitt, at ætlaði keyparin eisini hevur fígging til byggingina og byggiloyvi.

Orsøkin til hesa seinnu broytingina er, at tað kann vera sera trupult at krevja tinglýst grundstykki inn aftur, og tí kommunan tíverri noyðist at krevja grundstykki aftur frá fólki viðhvørt, tí tey av ymiskum orsøkum ikki fara undir at byggja innan tíðarfreistina, sum er ásett í tinglýsta skeytinum.

Býráðsfundurin verður 24. februar 2022 klokkan 16. Skránna sært tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum. Her finnur tú eisini leinki til beinleiðis stroymingina úr býráðssalinum.

Finn dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo