Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum hava við sær, at innlánsrentan nú verður lækkað. Broytingarnar verða gjørdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið vit hava av innlánum hjá kundunum.

Soleiðis sigur BankNordik í dag á heimasíðuni.

Ein broyting er, at markið fyri, nær privatkundar rinda negativa rentu, verður flutt úr 350.000 krónum og niður í 150.000 krónur. Ein onnur er, at negativa rentan fer úr 0,6% upp í 0,75%.

Broytingarnar koma í gildi 16. august.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá BankNordik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo