At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Arlantic Airways: Ferðaseðlar, sum eru keyptir síðani á vári 2016, koma  1. november undir broyttu viðføristreytirnar hjá Atlantic Airways. Nýggju reglurnar samsvara nú við reglurnar hjá flestu flogfeløgum á okkara leiðum.

Tað merkir, at 1. november verður farið frá vekt til stykkir av viðføri. Tað vil siga, at ferðafólk framyvir kunnu skriva ávíkavist eitt ella tvey stykkir av viðføri inn; alt eftir slagi av ferðaseðli.

Framyvir kanst tú taka fleiri kilo av viðføri við, galdandi fyri øll sløg av ferðaseðlum. Harumframt verður tað ókeypis at innskriva barnavognar, umframt at pinkubørn kunnu taka 23 kg av viðføri við.

Ferðast tú við lágprís ella TÍÐLIGA ferðaseðli, hevur tú loyvi at innskriva eitt viðføri á 23 kg ókeypis. Vigar viðførið meiri enn 23 kg, skalt tú rinda fyri yvirvekt, sum kostar 199 krónur upp til í mesta lagi 32 kg. Hetta er líkamikið, hvussu nógv kilo av yvirvekt talan er um; tó í mesta lagi upp til 32 kg.

Ferðast tú við einum ALTÍÐ ferðaseðli, kanst tú innskriva tvey stykkir av viðføri á 23 kg/stk. ókeypis; tilsamans 46 kg.

Hevur tú tørv á at innskriva fleiri stykkir av viðføri, enn ferðaseðilin loyvir, kostar hetta bert 299 krónur fyri hvørt eyka stykkið av viðføri, sum kann viga upp til 23 kg.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo