Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri fjórða ársfjórðing í fjør vísir, at í miðal eru prísirnir øktir 0,7 prosent í mun til triðja ársfjórðing í fjør. Samanborið við sama ársfjórðing í 2020 er vøksturin 3,4 prosent. Í Føroyum eins og aðrastaðni í heiminum er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan.

Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum og til flutning er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð, eins og við seinastu uppgerðini undan hesari. Tá var árliga broytingin í brúkaraprístalinum 3,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Fjórða ársfjórðing í 2020 var samlaða prístalið 121,6 og í seinastu uppgerðini fyri fjórða ársfjórðing í fjør var samlaða brúkaraprístalið 125,8. Hetta merkir, at prístalið er økt 3,4 prosent eftir einum ári. Triðja ársfjórðing var samlaða prístalið 124,9. Vøksturin frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing er 0,7 prosent.

Prísirnir eru øktir í tíggju av teimum tilsamans tólv yvirskipaðu vøru- og tænastubólkunum eftir einum ári. Tað eru serliga prísir á vørum og tænastum innan býli, flutning og hotel/matveiting, sum eru øktir mest við ávikavist 11,9, 4,9 og 4,1 prosentum. Prísir á klæðum og fótbúnaði eru í miðal eitt vet lægri í fjórða ársfjórðingi í fjør í mun til ári fyri og prísir á útbúgving eru lækkaðir 1 prosent eftir einum ári.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo