Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti 29. apríl at taka av einum tilboði frá Articon uppá eina sokallaða elementloysn, sáttmálin varð undirskrivaður 10. mai og longu nú er arbeiðið liðugt. Tað er Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðnum.

Hetta merkir, at bryggjukanturin framman fyri sølutorginum í Vágsbotni er breiðkaður 2,5 metrar umleið 35 metrar framvið bryggjuni. Samstundis er gongubreytin vestureftir breiðkað.

Vágsbotnur er seinastu árini veruliga vorðin partur av miðbýnum við eitt nú matstovum og sølutorgi. Í fjør var eisini ein arkitektakapping.

Arbeiðið varð boðið út og lisitasjón var 19. apríl. Havnanenvdin mælti til at taka av tilboði frá Articon uppá slakar 1,9 miljónir.

Í morgun hittust borgarstjórin og formaðurin í havnanevndini niðri á brúnni. Báðir fegnaðust um, hvussu skjótt arbeiðið hevði gingið. Grót- og betongarbeiðið var sum avtalað liðugt áðrenn drottningin kom og nú er dekkið eisini gjørt til tiðina.

- Hetta økir um trivnaðin, sølutorgið kann selja báðar vegir, betri møguleikar eru hjá bátunum, møguleikarnir eru betri fyri útiborðreiðing og tiltøkum, og sum heild verður betri pláss, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Kári Johansen, formaður í havnanevndini.

Heðin Mortensen leggur aftrat, at møguleiki er nú fyri at breiðka aðrar partar av atløgubrúnni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo