Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá játtanarkarmarnir fyri komandi ár vóru lagdir fram í februar, vildi Henrik Old hava R7 tíðandamannin og tá júst kunngjørda valevni at seta spurningar.

Tá umhugsaði eg at spyrja tað sum stendur omanfyri. Men tá megnaði eg at standa ímóti freistingini.

Men nú Hagstovan hevur almannakunngjørt útrokningina av bruttotjóðarúrtøkuna fyri 2016 og 2017 angri eg, at eg ikki setti spurningin í februar.

Tað er Hagstovan sum roknar bruttotjóðarúrtøkuna.

Higartil hava vit bara havt tøl fram til 2015.

Nú eru so tølini fyri 2016 og 2017 komin. Og tey eru munandi lægri enn áður mett.

Onkur framrokning hevur verið.

Men tey sum vanliga meta um hesi tøl eru:

Landsbankin
Búskaparráðið
Fíggjarmálaráðið

Tá játtanarkarmarnir vóru framlagdir fingu vit upplýst, at BTÚ í 2018 var 20,3 milliardir.

Vit síggja eisini at rokna verður við góðum 9% vøkstir í 2016 og uml. 4% vøkstri í 2017.

Men tølini hjá Hagstovuni eru munandi lægri. Tey eru 6,9% og 3,3%.

Tí er tað sum upplýst bleiv undir framløguni av játtanarkørmunum verður tí 1 milliard skeivt.

Bruttutjóðarúrtøkan verður tí bara 19,3 mia. og ikki 20,3 mia.

Staðfestast kann eisini, at tølini Fíggjarmálaráðið brúkar í játtanarkarmunum er munandi hægri enn tølini onnur hava brúkt fyri 2016 og 2017.

Kanska Fíggjarmálaráðið roynir at mála alt ljósareytt.

Men tað viðførur eisini at tað ikki kann avvísast at rottur eru á loftinum.

Eivind Jaocbsen
Valevni Fólkafloksins

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo